Kvinnurnar halda frí í morgin

Landskappingin heldur frí, meðan U-19 landsliðið luttekur í EM undankapping í Finnlandi

Tað resta trý umfør og tveir útsettir dystir í kvinnukappingini í fótbólti. Kortini verður tað ikki spælt í kvinnukappingini um vikuskiftið.

Tað kemst av, at U-19 kvinnulandsliðið er í Finnlandi og luttekur í EM undankapping. Umframt Finnland og Føroyar luttaka Ísland og Kasakstan.

Føroyska liðið hevur spælt tveir dystir, og í báðum førum var talan um stórt tap.

Hósdagin endaði tað við 5-0 tapi ímóti Íslandi, og í dag endaði tað við 8-0 tapi ímóti Finnlandi.

 

Tølini siga, at tað eru tvey lið, sum kappast um fremsta plássið, og at tað eru tvey lið, sum kappast um at sleppa undan aftasta plássinum. Finnland vann hósdagin 7-0 ímóti Kasakstan, og í dag vann Ísland 10-0 ímóti Kasakstan.

Síðstu dystirnir verða spældir eftir døgurða mánadagin, tá ið Finnland og Ísland fara at spæla um fyrsta plássið, og Føroyar og Kasakstan fara at spæla um triðja plássið.

 

Næstu dystirnir í heimligu kappingini vera sunnudagin um eina viku, tá ið átjanda umfar er á skránni: KÍ-B36, B68-EBS/Skála og HB-ÍF/Víkingur.