Í teimum fýra FM kappingunum við mannfólkamanningum hevur kappingarárið ikki hilnast nakað serligt hjá óføru kappróðrarfeløgunum í høvuðsstaðnum. Í hvussu so er ikki, tá ið tað hevur snúð seg um vinnararar. Bara ein manning menninir umborð á Gongurólvi vunnu meistaraheitið.
Øðrvísi hevur tað verið hjá kvinnunum. Har hevur eingin staðið høvuðsstaðnum kurl. Manningar úr høvuðsstaðnum hava vunnið allar FM kappingarnar. Merkisvert er, at talan er um manningar úr trimum feløgum. Kvinnurnar umborð á Sílinum hjá Havnar Róðrarfelag hava vunnið fyrstu FM kappingina í nýggja róðrarbólkinum fyri 5-mannafør við kvinnum.
Genturnar umborð á Bliki hava endurvunnið kappingina í 5-mannaførum við gentum, og Gongurólvur hjá Róðrarfelagnum Knørri var eins suverenur á Ólavsøku, sum tær kvinnurnar hava verið í øllum hinum seks kappingunum fyrr í summar. Allar vinnaramanningarnar hava verið sannførandi, og á Ólavsøku vórðu FM sigrarnir rudduliga staðfestir. Allir tríggir vinnara bátarnir vóru leysir av teimum næstu, tá ið teir komu á mál.
Jarnbardur var meiri enn tvær bátslongdir frammanfyri Riddaran, sum var í rættliga tættari kapping við Lóm. Úrslitini vóru annars nett tey somu, sum tey hava verið. Lómur vann enn eina ferð bronsumerkini, og Páll Fangi endaði enn eina ferð á plássinum aftanfyri heiðursmerkini.
Á Ólavsøku í fjør eydnaðist tað Bliki at taka FM heitið fyri nøsini á teimum á Sílinum. Hesa ferð hevði Blikur longu undan ólavsøkuróðrinum væl og virðiliga tryggjað sær FM heitið. Tær vóru eina bátslongd fyrri á mál á Ólavsøku enn næsti báturin, og harvið staðfestu tær fína úrslitið.
Drekin hevði longu undan síðstu kappingini tryggjað sær silvurmerkini. Á Ólavsøku varð Drekin nummar trý. Tekla, sum rættuliga hevur funnið áralagið, var eina hálva bátslongd fyrri á mál enn Drekin. Harvið tryggjaði Tekla sær bronsumerkini í FM kappingini. Undan Ólavsøkuni vóru tær úr Klaksvík javnar við Tjaldrið í stigum.
Tjaldrið endaði á fjórða plássinum ein stóran skut aftanfyri Drekan. Havfrúgvin legði bragdliga fyri, men tær úr Vestmanna fingu tvey gul og harvið reytt kort fyri at stýra skeivt. Erla Kongsdóttir var enn eina ferð aftast.
Í kvinnukappingini millum 5-mannafør var Sílið enn eina ferð best. Fjarstøðan til Fípuna Føgru var ein bátslongd. Fípan fekk stóra kapping við tríggjar bátar Drekan, Blik og Frúnna. Fjarstøðan frá Fípuni á øðrum plássi og til Frúnna á fimta plássi var ein hálv bátslongd. Undan ólavsøkuróðrinum var kappingin um silvurkrónurnar tøtt millum Blik og Fípuna Føgru. Úrslitið bar við sær, at tær úr Klaksvík vunnu silvur, og at tær av Argjum vunnu bronsukrónurnar.