Kvinnurnar ígongd

Landsliðsvenjarin, Álvur Hansen, hevur sent boð eftir fremstu kvinnluleikarunum í landinum, sum nú fara undir úttøkuvenjingarnar

 

Fótbóltur


Fyri fyrstu ferð skal føroyska A-landsliðið í kvinnufótbólti royna seg á oyggjaleikunum, og fyrstu venjingarnar til hetta verða komandi sunnudag.

Álvur Hansen, landsliðsvenjari, hevur sent boð eftir 28 leikarum til fyrstu úttøkuvenjingina, har leikararnir eisini fáa at vita, hvussu venjingarnar hjá landsliðnum verða skipaðar framyvir.

Tær 28 eru: Annika Hansen, Annika Godtfred, Eyðvør Thomsen, Silja á Borg, Eyðfríð Kristiansen, HB, Vivi Andreasen, Ragna Andreasen, Jensia Sirdal, Paula Mikkelsen, Vivian Bjartalíð, Malena Josephsen, Rannvá Andreasen, Bára Skaale, KÍ, Maria Vang, Sólgerð Vidoerø, Sólvá Joensen, Elsebeth Jónsson, B36, Rini Mørk, Rannvá Augustinussen, Halltóra Joensen, Guðrun í Lágabø, VB, Oddvá Kristiansdóttir, Irdi Hansen, Elinbjørg Hammer, NSÍ, Heidi Jacobsen, GÍ, Elin Højsted, B71, Eyðvør í Dímun, B1921, Helga Ellingsgaard, Frederiksberg Boldklub.


Strævin skrá

Umframt Álv Hansen er eisini Jón Harald Poulsen knýttur at landsliðnum, og ikki kann sigast annað enn, at teir báðir hava eina strævna skrá fyri framman.

Ikki færri enn 16landsliðssavningar eru á skránni á kalendaranum, sum leikararnir hava fingið útflýggjað, og av hesum er talan í fleiri førum um vikuskifti, har venjingarnar helst verða fleiri í tali.

Einki er tó at ivast í, at nógv og miðvís venjing skal til fyri at røkka einum góðum úrslitið. Higartil hava avbjóðingarnar hjá landsliðnum verið sera spjaddar, og tí er hópurin helst ikki so samansjóvaður, sum ynskiligt kundi verið, men hetta tykist so vera nakað, sum venjararnir ætla sær at broyta.