Tað var stórur dagur í føroysku fótbóltsleguni á Amager ígjár. Tá eydnaðist tað kvinnuliðnum at vinna sær uppflyting.
Mótstøðuliðið var Fremad Amager, og uppgerðin var í Ítróttarparkini í Sundby, har Fremad Amager eigur heimavøll.
Føroysku kvinnurnar vunnu í fitt av vindi 2-0. Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki.
Tað fyrra skoraði Elsa Splidt Jacobsen fýra minuttir eftir steðgin, og tað seinna skoraði Monika Sumberg Samuelsen, tá ið ein tími var farin.
Uppflytingin ber við sær, at ÍF Føroyar kvinnurnar næsta ár skulu spæla í Københavnerseriuni.