Kvinnurnar flongdu Man

Venjarin spardi nakrar lyklaspælarar, men føroysku kvinnurnar vunnu sannførandi á Isle of Man. Ferð kom á málskjótingina í seinna hálvleiki, og sigurin var ikki eitt mál ov stórur. Føroyska áskoðarafjøldin var so stór, sum hon sjáldan er til kvinnudystir í Føroyum

Burra: Føroyska kvinnulandsliðið byrjaði dystin ímóti Isle of Man nakað trivlandi, men tær høvdu allatíðina tamarhald á støðuni, og í seinna hálvleiki gjørdu tær málini, sum vóru nóg mikið til at kalla sigurin ein stórsigur.
6-0, og so var fyrsta uppgávan á Oyggjaleikunum loyst til fulnar.
Landsliðvenjarin Álvur Hansen spardi nakrar av sínum lyklaspælarum, og tí fingu aðrir spælarar kjansin at vísa seg.
Rannvá Andreassen, Ása Dam á Neystabø, Randi Wardum og Vivian Bjartalíð byrjaðu uttanfyri, men hinvegin sluppu spælarar sum Asta Magnussen, Jacoba Langgaard, Mary-Ann Isaksen og Laila Jespersen at royna seg frá byrjan.
Føroyar høvdu stóra yvirvág í spæli allatíðina. Tað gekk nakað striltið at fáa mál í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki skoraðu kvinnurnar fimm góð mál.

Trý mál við frísparki
Malena Josepsen skoraði einasta málið í fyrra hálvleiki, og hon skoraði eitt afturat í seinna hálvleiki. Álopsmakkarin Halltóra Joensen fekk eisini tvey mál, og hinu bæði málini skoraðu innskifta Ása Dam á Neystabø og debutanturin Jacoba Langgaard.
Trý av málunum í seinna hálvleiki komu eftir beinleiðis fríspark. Fyrst sparkaði Jacoba beinleiðis upp í málhornið, og síðani gjørdi Halltóra Joensen henni kynstrið eftir  tvær ferðir.
Málið hjá Ásu kom eftir at Halltóra gjørdist leys og prikaði fram um málmannin , har Ása var fyrst á bóltinum og sparkaði í tóma málið. Malena skoraði eisini eftir ein bólt fram um verjuna hjá Isle of Man.

Lítið vongspæl
Føroyska spælið var til tíðir gott, men tað vóru eisini løtur, har tað ikki rættiliga hekk saman. Vøllurin var sera smalur, og tað hevði við sær, at vongspælið sjáldan riggaði. Tað hjálpti heldur ikki, at uttastu miðvallararnir høvdu hug at leita inn á vøllin, men eftir at Ása Dam á Neystabø og Rannvá Augustinussen vóru komnar inn gekk betur við at spæla í dýpdina í síðunum.
Á sentrala miðvøllinum høvdu Rannvá Augustinussen og Jacoba Langgaard gott tak á, hóast dómarin var í so strangur at døma fríspark í nærdystunum.
Verjan hevði ikki tað stóra at gera, men nakrir langir bólt skaptu smærri trupulleikar, og í einu støðuni noyddist Laila Jespersen at bjarga.
Samanumtikið ein tryggur sigur, har føroyska liðið í løtum kundi taka tað róligt uttan at kenna seg hótt.
Og rundan um vøllin vóru nógvir føroyingar at síggja. Ja, føroyska áskoðarafjøldin var so stór, sum hon sjáldan er til kvinnudystir í Føroyum, og lagið var óført.