Tað vera bara seks lið í bestu kvinnudeildini í fótbólti í ár, men hetta hevur ikki við sær, at talið á dystum verður lægri, enn tað hevur verið. Heldur er tað tvørtur ímóti.
Tá FSF hevði fund við feløgini um kvinnufótbóltin, var ein av spurningunum, sum varð viðgjørdur, hvussu nógvar dystir liðini skulu spæla. Stórur meiriluti var fyri, at kappingin skal skipast sum tað, tey rópa dupult kapping. Tað vil siga, at spælt verður tvær ferðir á heimavølli og tvær ferðir á útivølli.
Harafturímóti varð eingin meiriluti fyri framhaldandi at skipa steypakappingina hjá kvinnum í bólkum.
Í fyribils kappingarskránni, sum á aðalfundinum varð latin feløgunum at gera viðmerkingar til, er lagt upp til, at fyrsta umfarið í kvinnukappingini verður 30. apríl, og at síðsta umfarið verður 2. oktober. Øll liðini skulu spæla á heimavølli og útivølli móti øllum fyri summarsteðgin og so aftur eftir summarsteðgin.
Sambært fyribils uppskotinum til skipan verða dystirnir í fyrsta umfari HB-LÍF, EB-KÍ og VB-B36, og í síðsta umfarinum verða dystirnir HB-KÍ, EB-B36 og LÍF-VB.
Steypakappingin
Í steypakappingini hittast í fyrsta umfari VB og NSÍ, Skála og GÍ og Sumba og B71. Í fjórðingsfinaluni hittast KÍ og EB, B36 og vinnarin av fyrst nevnda dystinum, LÍF og vinnarin av næst nevnda dystinum og HB og vinnarin av triðji nevnda dystinum.
Í semifinaluni hittast vinnararnir av næstu og síðstu fjórðingsfinaluni (møguliga B36 og HB) og triðju og fyrstu fjórðingsfinaluni.
Finalan verður spæld í Gundadali fyrsta leygardagin í juli, sum er 3. juli.










