Fótbóltur
Seinastu Oyggjaleikirnir vóru teir fyrstu, har kvinnufótbóltur var á skránni, og ikki kann sigast annað enn, at føroysku umboðini stóðu seg væl. Fyri tað allarmesta, so var talan um alt ov veika mótstøðu hjá okkara, og vegurin fram til finaluna varð mest sum lagdur oman á stórsigrar.
Sjálv finalan varð tó ein gysari av teimum stóru, men við tíggju kvinnum á vøllinum eydnaðist loksins hjá okkara at skora avgerandi málið í 5-4 sigrinum á Álandi.
Tað verður hetta, sum ætlanin er at endurtaka á Guernsey nú í summar, og fríggjadagin boðaði landsliðsvenjarin frá, hvørjar 18 hann ætlar sær at hava við í hópinum.
Eingin Helga
Ikki óvæntað, so eru tað greipuvinnararnir úr KÍ, sum eiga bulin á liðnum. Ikki færri enn sjey av teimu km18 eru úr hesum feløgum, og tá so tær tríggjar útisetarnir eru lagdar afturat, gevur hetta átta leikarar til hini feløgini í landinum. A vheum hevur HB tær fýra, meðan GÍ, B68 og B36 so mugu býtast um hinar.
Tað, sum kanska er mest merkisvert við úttøkuni, er annars, at eingin Helga Ellingsgaard er í hópinum. Ivaleyst fremsti føroyski kvinnuligi leikarin seinnu árini hevur ikki longur stundir til fótbóltin, og tó at landsliðsvenjarin vónaði til tað seinasta, at hon fór at gera nakað við venjingina, so varð hetta tó av ongum.
Hinvegin er einki at ivast í, at tað aftur í ár er ein hópur, sum kann koma heilt langt. Flestu av leikarunum hava nú royndirnar frá seinastu Oyggjaleikum, og afturat teimum eru so fleiri ungar og evnaríkar gentur komnar, sum ivaleyst vilja gera sítt til at fáa spælitíð á vøllinum.
Komandi tveir mánaðirnir fara kvinnurnar at venja eftir skrá, sum er fastløgt av landsliðsvenjarunu, Álvi Hansen. 10 av hesum venjingum eru á skránni, og seinast í juni mánaði verður kósin so sett móti Guernsey.
Leikararnir á kvinnulandsliðnum eru hesar:
Anna Kristian Joensen, GÍ
Heidi Heinesen, GÍ
Randi S. Wardum, HB
Eyðfríð Kristiansen, HB
Kristina D. Simonsen, HB
Halltóra Joensen, HB
Vivian Bjartalíð, KÍ
Annelisa Justesen, KÍ
Una Olsen, KÍ
Bára Skaale, KÍ
Ragna B. Andreasen, KÍ
Malena Josephsen, KÍ
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Ása Dam á Neystabø, B36
Maibritt Olsen, B68
Sólva Joensen, FV København
Ann Silja á Borg Madsen, FV København
Eyðvør úr Dímun, Bårse IF