Eftir at Føroyar leygardagin spældu málleysan javnleik ímóti Kasakstan, skal kvinnulandsliðið seinnapartin í næstu royndina. Hon verður ímóti Letlandi. Leygardagin tapti Letland 3-0 ímóti Luksemborg.
Síðsta heyst vunnu Føroyar 3-0 ímóti Letlandi, so útlitið fyri góðum úrsliti eru til staðar.
Sammett við leygardagin eru onkrar broytingar gjørdar á føroyska liðnum, sum Álvur Hansen, landsliðsvenjari, hevur gjørt av skal síggja soleiðis út í dag:
Randi Wardum - Rósa Magnussen, Doris í Garði, Ragna Patawary, Hannelisa Justesen - Heidi Sevdal, Malene Josephsen, Elsa Maria Simonsen, Rannvá B. Andreassen, Olga Kristina Hansen - Elin Katrina Haraldsen
Fyrsta bríkslið í Luksemborg verður klokkan 15.30.