Fótbóltur
HB skuldi á Sandi verja 1-0 leiðsluna, sum liðið hevði frá fyrra dystinum millum liðini. Tað ferðina var talan um ein heldur linligan dyst, har gestirnir fyri tað mesta vardu, fyri so at dúva upp á kontraálop.
Taktikkurin hjá B71 var ikki stórt øðrvísi hesaferð, men tað var tó um reppið, at hetta bar úrslit við sær hóskvøldið. Tað eydnaðist nevnliga B71 at koma á odda, tá HB málverjin og ein verjuleikari misskiltu hvønn annan, soleiðis at álopsleikari hjá B71 brádliga slapp ímillum.
1-0 var eisini støðan í hálvleikinum, men hevði B71 rokna við at halda fast um hetta, so høvdu tær ikki roknað við Eyðfríð Kristiansen. Fyrst sendi hon fríspark beinleiðis í netið, og tá hon nakað seinni fór einsmøll ígjøgnum sandoyarverjuna og setti bóltin framvið málverjanum, stóð tað greitt, at HB aftur í ár skal spæla steypafinalu.
Eins og í fjør, so verður dysturin hesaferð móti KÍ, men tað kann ikki roknast við, at HB verður eins væl fyri við fólki, sum tær vóru fyri einum ári síðani.










