- Í ár hava vit hildið jól heima hjá okkum á Leitisvegi 45 saman viđ børnum, svigarbørnum, ommu-og abbabørnum.
Tað sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður. Hann vísir á, at hóast miðlingadóttirin við familju ikki kom heim í ár, og elsti sonurin er til skips, so vóru tey kortini stívliga 20 fólk samlað jólaaftan.
- Jólaaftansdøgurðin var suppa, stokt og væl fylt dunna, og oman á fingu vit rísalamande. Jóladagarnar høvdu vit lambasteik og fleskasteik.
Kári P. Højgaard sigur, at tað er konan, sum tekur sær av jólagávunum, og sjálvur keypir hann bara ta einu gávuna, sum er til konuna, og tað er við góðari hjálp frá yngstu dóttrini.
- Jólini eru barnanna hátíð, og hesar dagar gleðast vit og gerast sum børn. Góđi gamli gleðibođskapurin um Jesu føðing, serstaki hugnin, nú familjan samlast og spenningurin, ið lýsir úr barnaeygum vigar fult upp móti stríði og strevi við jólastákan.
Kári P. Højgaard heldur, at tað uttan iva eru kvinnurnar, sum samanumtikið hava tað tyngsta stríðið við jólastákanini.
- Tær eiga tí eina serstaka tøkk uppiborna. Eg vil her nýta høvi at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár, sigur løgtingsmaðurin.