Kvinnurnar eiga nýggja Tórshavnar Býráð

Átta av 13 býráðslimum í Havnini eru konufólk

Hesi 13 manna nýggja býráðið.

 

Úr Javnaðarflokkinum

Heðin Mortensen við 2.507 atkvøðum, 130 færri enn í 2012.

Tróndur Sigurðsson við 676 atkvøðum, 499 fleiri enn í 2012.

Bjørghild Djurhuus við 217 atkvøðum, 64 færri enn í 2012

Helena Dam á Neystabø við 146 atkvøðum, 54 færri enn í 2012.

Halla Samuelsen við 144 atkvøðum, 26 færri enn í 2012.

 

Úr Tjóðveldi

Gunvør Balle við 513 atkvøðum.

Marin Katrina Frýdal við 455 atkvøðum, 40 fleiri enn í 2012.

Jákup Dam við 416 atkvøðum, 109 atkvøður fleiri enn í 2012.

Turið Horn við 385 atkvøðum.

 

Úr Fólkaflokkinum

Annika Olsen við 332 atkvøðum.

Bogi Andreasen við 303 atkvøðum, 44 fleiri enn í 2012.

 

Úr Sambandsflokkinum

Annfinn Brekkstein við 366 atkvøðum, 21 atkvøður fleiri enn í 2012.

 

Úr Framsókn

Bergun Kass við 187 atkvøðum.

 

In.fo fer sjálvandi at greina kommunuvalið um alt landið í morgin, við samrøðum við valevni og greiningum av úrslitunum.