Kvinnurnar bukaðu Litava

Fyri einum ári síðani spældu føroysku kvinnurnar eisini móti Litava, og ta ferðina taptu okkara 3-0.

Hesa ferð var tó nakað væl øðrvísi. Eftir 6 minuttum legið Rannvá Andreassen Føroyar á odda, men 8 minuttir seinni javnaði Litava.

Síðani settu Føroyar seg tó á dystinum. Heidi Sevdal og Olga Kristina Hansen øktu fyri steðgin, og á tímanum skoraði Olga Kristina enn eitt mál.

Úr Litava frættist, at føroyski sigurin ongan tíð var í vanda. Heldur kundi hesin verið enn størri, høvdu føroysku kvinnurnar ikki verið so altráðar eftir at sleppa framat í málskjótingini.

Mánadagin spæla Føroyar seinsta dystin á ferðini, og verður hesin móti Luksemburg.