Komandi mánakvøld verður skipa fyri fundi fyri kvinnulig valevni í Eydnuni á Oyrarbakka. Við undirheitinum "Felags avgerð felags ábyrgd" er endamálið við fundinum at brynja kvinnuligu valevnini til valstríðið og politiska arbeiðið.
Herfyri varð skipað fyri einum kvinnuseminari, sum hevði til endamáls at økja um kvinnurnar lut í politiska arbeiðinum. Í tíðindaskrivi um fundin verður boðað frá, at somu kvinnur, ið luttóku á seminarinum, skipa fyri fundinum.
Skráin á fundinum verður hendan:
<sum$?$end$!$ Annita á Fríðriksmørk býður vælkomin og greiðir frá arbeiðnum, sum er í gongd við at økja um kvinnurnar lut í politisku avgerðarprosessini <BR><sum$?$end$!$ Annika Wardum Joensen, forkvinna í Javnstøðunevndini, sigur frá um javnstøðu og kvinnuumboðan í politikki<BR><sum$?$end$!$ Eyðgunn Samuelsen og Mia Petersen, býráðslimir, siga frá spennandi royndum, og greiða frá arbeiðnum í bý- og bygdaráðum <BR><sum$?$end$!$ Per Højgaard fer at halda fyrilestur um at tora at stíga fram og um, hvat krevst av einum kommunalpoltikkara<BR>
At enda verður bólkaarbeiði, har evnið verður:
Hvussu gerast kvinnur meira sjónligar í politiska arbeiðnum?
Fundurin verður mánakvøldið 25. oktober klokkan 19 og hann endar klokkan 22.00
-páll