Skaldsøgan sigur frá kvinnulagnum frá undan seinna heimsbardaga og til í dag.
Hvussu tilvildin ger seg galdandi, og lagnur umskarast. Brennivín og árinið á hússetrið fyrr og nú er somuleiðis ein aðaltráður í søguni. Serliga, hvuss hetta ávirkar børnini:
"Fanin taki teg, Anna, kemur tú ikki í stundini skalt tú fáa við meg at gera", hóttir pápin, frá sær sjálvum í øðini.
Anna hvøkkur við. "Hatta reyvarholið, stendur og sveiggjar í rúsinum. Er ikki nóg mikið, sum er", hugsar Anna.
Hon turkar sveittan av pannuni og hyggur upp á mammuna, sum framvegis ikki letst um vón. "Nei, har eg eingin hjálp at fáa", mutlar Anna vónbrotin.
Søgan fevnir um fleiri ættarlið, sum eru merkt av teimum burturtreingingum, sum hava eyðkent føroyska samfelagið.
Dagny Joensen: Hvirlan. Skaldsøgan er prentað og løgd til rættis á Føroyaprent. Ingálvur av Reyni eigur permumyndina og Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. Bókin er 174 blaðsíður