Kvinnurenningin verður endurtikin

Fyrireikararnir vóru ovfarnir, tá tað var greitt, hvussu stór undirtøkan til kvinnurenningina í Havn var leygardagin.
Ikki færri enn 214 kvinnur vóru møttar upp, tá farið varð ígongd, og hetta sýnir helst týðiliga, hvussu stórur tørvurin á slíkum tiltøkum er.
Ein hóskandi samanbering kundi í hesum sambandi verið drigin til heilsurenningina, har ein rúgva av fólki eisini tók undir við tiltakinum.
Hóast talan ikki er um beinleiðis kapping, so er tað kanska júst hetta sama, sum ger, at undirtøkan er somikið góð. Her er endamálið einans at fáa gongd í vøddarnar, og tí koma eisini nógv, sum mest sum ikki kundi funnið upp á at tikið lut í vanligari rennikapping.
Og orðini frá luttakarunum eftir kappingina staðfestu eisini, hvør tørvurin á hesi er. Flestar vóru kvinnurnar á einum máli um, at ein slík renning sjálvsagt skal verða afturvendandi táttur, og sum tað framgongur á lýsing aðra staðni á síðuni, so eru fyrireikararnir úr Bragdinum eisini framúr væl nøgd um undirtøkuna.
Sum partur av renningini hava luttakararnir sjálvandi eisini møguleika at kanna eftir, hvussu skjótt tær løgdu teir 4,2 kilometrarnar aftur um bak. Tey úrslitini kunnu finnast á heimasíðuna, www.athletics.fo.