Veðrið var av tí allarbesta kring alt landið leygardagin, og hetta var avbera gott fyri kvinnurnar, sum ætlaðu sær til Kvinnurenning í Havn. Renningin hjá kvinnunum byrjaði niðrið í Hoydølum kl. 16, og undirtøkan var sera góð.
Kvinnurenningin bleiv eisini hildin í einum sera vøkrum umhvørvi. Kvinnurnar byrjaðu niðri við skúlan í Hoydølum, og so bleiv runnið niðan brekkuna í Hoydølum og yvir til tyrlupallin, har kvinnurnar so runnu oman eftir gøtuni, sum førir aftur til Hoydalar. Hesin teinurin bleiv lagdur aftur um tvær ferður, áðrenn renningin var liðug.
Og tað vóru nakrar sera væl upplagdar kvinnur, sum møttu upp í Hoydølum, og tað alt kom til stykkis vóru tað 143 av kvinnunum, sum gjøgnumførdu Kvinnunrenningina. Tær flestu runnu, men tað vóru tó eisini nakrar, sum valdu at ganga henda vakra teinin
Sum skilst á fyriskiparunum, so gekk tiltakið sera væl, og tað kom ikki minst væl við, at veðrið var av tí allarbesta.
Tá tann síðsti luttakarin var komin á mál varð lutakast ímillum allar luttakararnar um 11 vinningar frá ymiskum fyritøkum. Poul Hansen, MBM og Føroya Bjór høvdu eisini latið frukt, poptop og sodavatn til luttakararnar, tá hesir komu á mál, og so sótu kvinnurnar og hugnaðu sær eina løtu niðri í Hoydølum, eftir at tær vóru komnar á mál.
Sum heild var hetta ein sera góður og hugnaligur dagur fyri tær kvinnurnar, sum tóku lut í Kvinnurenningini.
Úrslit frá Kvinnurenningini
Nr. Navn Tíð
1. Sunnuvá Bjarnastein 19.09
2. Frida Poulsen 19.37
3. Ann Thomsen 19.44
4. Tordis D. Eiriksfoss 20.02
5. Óluva Zachariasen 20.26
6. Jóngerð Høgnesen 20.44
7. Kristina Samuelsen 20.56
8. Durita Djurholm 21.11
9. Paula Mohr 21.39
10. Morid Jacobsen 22.01