Kvinnurenningin 2006

Ítróttarfelagið Bragdið í Havn skipar á øðrum sinni fyri kvinnurenning í Føroyum leygardagin 2. september kl. 16. Ætlanin er, at kvinnurenningin skal verða eitt afturvendandi tiltak

Áhugin fyri renning er alsamt vaksandi í Føroyum. Eitt nú eru rennikappingar fastir tættir á summarstevnunum, og luttakaratalið er stútt vaksandi hjá monnum og ungdómi. Nú er so tíðin komin til at kvinnurnar finna renniskógvarnar fram og mýkja vøddarnar. Burtur við bilringum og appelsinhúð og inn við føstum afturpørtum!
Renningin er ætlað kvinnum yvir 18 ár. Teinurin er umleið 4,2 km, og sera vælegnaður til bæði at renna og ganga.
 
Byrjað verður við upphiting kl. 15.30 á parkeringsøkinum við Studentaskúlan í Hoydølum. Runnið/gingið verður frá Studentaskúlanum og  niðan á Ringvegin, eftir Hvítanesvegnum oman til tyrlupallin yviri við Strond og síðan eftir gøtuni til Studentaskúlan. Teinurin verður runnin/gingin tvær ferðir.
 
Tiltakið verður ikki skipað sum ein vanlig kapping, so heiðursmerki verða ikki til tær skjótastu kvinnurnar, men vinningar verða lutaðir millum allar luttakarar, sum koma á mál. Allir luttakarar fáa frukt og okkurt at drekka.
 
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá www.athletics.fo, og seinasta freist at melda til tiltakið er fríggjadagin 1. september kl. 12.  Luttakaragjaldið er kr. 50,- og verður goldið, tá ið start nr. verða avheintað við startøkið kl. 14  15.