Sætta árið á rað skipaðu Kvinna og Bragdið fyri kvinnurenning í dag.
Hetta er sætta árið á rað, at Kvinna og Bragdið skipa fyri Kvinnurenningini. Kvinnurenningin hevur eisini sett norðurlendskt met við størstu luttøku í mun til fólkatalið.
– Orsøkin til at undirtøkan er so stór er ivaleyst, at Kvinnurenningin er fyri allar kvinnur í øllum aldri. Á sjálvum degnum er eisini ein heilt serligur hýrur, tá túsundtals kvinnur eru savnaðar, og hugnin og felagsskapurin eru í hásæti, sigur Bjørg Mohr Johnson, samskipari av Kvinnurenningini.
Øll árini er Kvinnurenningin byrjað á Tórsbreyt. Eins og í fjør verður runnið Yviri við Strond, síðani ígjøgnum býin og endað verður við hugnaløtu á Vaglinum. Kvinnurnar kunnu velja at renna ella at ganga 2,5 km ella 5 km. Eisini er møguleiki at fáa sett chip í skógvarnar innan renningina og fáa tíðina skrásetta.