Útbúgving
Tað má sigast at vera?in? hjá kvinnum í hesum tíðum at læra til løgreglumann.
Seinastu upptøkuroyndirnar í Føroyum til Politiskúlan í Keypmannahavn eru nú av, og greitt er, at av fýra upptiknum næmingum, eru tríggjar kvinnur og ein maður.
Uni Vestureið, politiinspektørur, sigur, at hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at kvinnur hava havt greiðan meiriluta av teimum, sum fara til Danmarkar at útbúgva seg til løgreglumann.
- Gongst hesum næmingum sum ætlað, verða teir við á føroyska politistaliðnum um eini trý ár, tá ið útbúgvingin í Danmark er lokin.
Tveir av næmingunum byrjaðu 1. apríl og tveir byrja 1. august í ár.
15 undir útbúgving
Uni sigur, at samlaða talið av føroyskum næmingum, sum útbúgva seg til løgreglumenn, nú er komið uppá 15, og tá eru næmingarnir íroknaðir, sum skulu byrja í august.
- Men áðrenn hesi gerast virkin í Føroyum, eru aðrir løgreglumenn farnir frá
vegna aldur. So, talan er tó ikki um somu øking á føroyska politistaliðnum, sigur hann.
Tey, sum hava áhuga fyri starvinum sum løgeglumenn, kunnu altíð søkja, tí til ber nevniliga at søkja um upptøku alt árið.
- Næstu upptøkuroyndirnar verða stutt eftir summarfrítíðina, og tá skal aftur finnast fram til fýra føroyingar, sum vilja taka avbjóðingina uppá seg, sigur Uni Vestureið.
Politiinspektørurin sigur, at fleiri ungar kvinnur og ungir menn ynskja at gerast løgreglumenn, enn pláss er fyri.
- So, tað er ikki trupult at fáa næmingar á Politiskúlan, leggur hann aftrat.








