- Vit skipa fyri hesum tiltakinum, tí vit vilja seta fokus á, hvussu týdningarmikið tað er at hava eina eftirlønaruppsparing, og hvussu nógv meira kvinnurnar kunnu fáa burturúr við at gera íløgur fyri sínar pengar, sigur Rúna Hentze, íløguráðgevi í Føroya Banka.
Grundin til, at tiltakið bert er fyri kvinnur, er at tað eru nógv færri kvinnur enn menn, ið luttaka í fíggjaviðurskiftunum.
Tá kvinnurnar komu inn, spældi Kim Hansen livandi tónleik, har vóru livandi ljós og á hvørjum stóli lá ein gáva. Tað var bókin Råd til at leve, ið skal læra kvinnurnar at brúka sínar pengar á rættan hátt.
Nakrir kvinnuligir ráðgevar frá Føroya Banka hildu framløgur, har tær vístu á, hvussu støðan hjá kvinnum er innan fíggjarheimin, og statisikkurin talaði fyri seg.
Kvinnur tjena nógv minni enn menn, tær arbeiða ofta hálva tíð, koma seinni út á arbeiðsmarknaðin og fara fyrr av honum aftur. Tær eru leingi í barnsburðarfarloyvi, og tá hava tær ikki møguleika at seta pengar av til eftirløn, og teirra inngjøld til eftirlønaruppsparing eru lægri enn hjá mannfólki.
Harafturat er sannlíkt, at kvinnurnar skulu liva einsamallar í eitt tíðarskeið, bæði tí at kvinnur statistiskt liva longri enn menn, og tí at kvinnur ofta giftast við einum manni, ið er nøkur ár eldri enn tær sjálvar. Tí er tað so týdningarmikið, at kvinnurnar hava sína egnu eftirlønaruppsparing.
Hugsa um pengarnar
Ikki bert bankakvinnur høvdu orðið. Bjørt Samuelsen, journalistur, segði frá um sítt persónliga forhold til pengar. Hon greiddi frá, hvussu hon fór frá at hava eitt ótilvitað forhold til pengar og til at hava fíggjarligar trupulleikar, til í dag tá hon ger fíggjarætlan og aldrin trekkir yvir á kontuni.
Hennara ráð til luttakararnar var at fáa sær eina fíggjarkonto, altíð at spyrja seg sjálvan, hvat tað, ein keypur, kemur at kosta í síðsta enda og ikki at fella fyri tilboðum um fíggjarlán. Hon bað kvinnurnar brúka tíð uppá pengarnar, at seta seg niður og hyggja eftir, hvat pengarnir vóru brúktir til og hugsa um, um tað møguliga kann gerast betri á ein annan hátt.
Bjørt gav kvinnunum tey ráð, at brúka ráðgevararnar í peningastovnunum.
- Men set altíð spurnartekin til tey ráðini tey geva tykkum, tí teirra mál er at tjena pengar, og tað skal tykkara eisini vera.
Alt kvøldið var tó ikki líka álvarsamt, undirhald var eisini á skránni. Kim Hansen spældi og Kristina Elisabeth Mørkøre sang um pengar. Súsanna og Ria Tórgarð høvdu eitt skemtilgt innslag um fólk, ið halda at kvinnur og fíggjarviðurskifti ikki hoyra saman.
Aftaná var dekkað upp við ostaborði og víni, har kvinnurnar kundu fáa eitt prát við ráðgevararnar.
Nógv nýggj vitan
Ein av luttakarunum var Thordis Skaalum úr Sørvági, sum er 57 ára gomul.
- Eg hugsi ótrúliga nógv um míni fíggjarviðurskifti, serliga nú tá eg merki, at nú er síðsta útkall til at gera nakað, fyri at eg kann fáa ein góðan aldurdóm.
Eg havi fingið nógv burturúr í kvøld, tað eru nógv ting, sum eg slett ikki visti um. Eg ætli mær at fara til samrøðu í bankanum, tá eg komi vestur.
Eg ætli mær at gera íløgur. Eg veri nokk ein av teimum, sum ikki fer at tora so væl at byrja við, men eg eri spent at fara í gongd.










