Sambært amerikanska tíðarritinum Forbes er týski ríkiskanslarin, Angela Merkel, tann kvinnan, sum hevur mesta ávirkan. Forbes hevur gjørt eitt yvirlit yvir tær 100 kvinnurnar, sum sambært tíðarritinum hava ta størstu ávirkanina.
Millum tær ovastu í yvirlitinum eru Sheila Bair, sum er formaður í amerikanska innskjótaragrunninum, Indra Nooyi, forstjóri PepsiCo, amerikanska forsetafrúan Michelle Obama og fyrrverandi forsetafrúan Hillary Clinton.
Norðurlendskar kvinnur eru eisini á listanum. Finski forsetin, Tarha Halonen, er nummar 67, og íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttur, stendur á 74. plássi.










