Kvinnur vístu bróst í mosku

Tríggir feministiskir aktivistar úr bólkinum, Femen, gjøgnumførdu í gjár eitt mótmæli í eini mosku í Stockholm (myndin), har tær vístu bróstini fyri at mótmæla sharia-lóggávu og at kvinnur verða kúgaðar í islam.

Femen-kvinnurnar, sum vóru Aliaa Elmahdy úr Egyptalandi, Meriam úr Tunis og Jenny A. Wedhammar úr Svøríki, kláraðu at sleppa allan vegin inn í moskuna, áðrenn tær fóru úr sínum svørtu kappum og vístu fram sínar naknu yvirkroppar.

Har høvdu tær skrivað slagorðini “Einki sharia í Egyptalandi ella heiminum” og “Kroppurin er mín og ikki æran hjá nøkrum”, og tær róptu eisini “Einki sharia” og “Eingin kúging”, áðrenn boðsendu politistarnir fingu fatur í teimum inni í moskuni og fingu koyrt tær út.

– Vit vístu islam virðing, tí vit fóru úr skónum, og eisini valdu vit at fremja átakið, meðan ikki so nógv fólk var í moskuni, sigur Jenny A. Wedhammar, sum er talskvinna hjá Femen í Svøríki.