Tað var ein lýsing eftir kvinnuligum rógvarum í Tingakrossi í juli 1918, sum setti gongd á kvinnuróður í Føroyum. Høvið var tilstundandi ólavsøkuróðurin, og líka síðan hevur ólavsøkuróðurin verið fastur táttur av ólavsøkuni, ið sostatt hevur 100 ár á baki í ár.
Avsendarin av lýsingini var Andrea Árting, og hennara ynski var at prógva, at kvinnur kundu hava eins gott áralag sum menn. Undirtøkan fyri at luttaka á ólavsøkuróðrinum var so mikið góð, at tað eydnaðist Andreu at manna fimmmannafarið “Kristina” til ólavsøkuna í 1918.
Kappróður var hennara stóri áhugi innan ítróttina, men Andrea brendi eisini fyri at tryggja javnrættindi millum menn og kvinnur yvirhøvur. Hon stóð á odda í ótroyttiliga stríðnum, sum endaði við at kvinnur og menn loksins fingu somu løn fyri sama arbeiði í 1981. Tað er eisini hetta stríðið, ið hevur gjørt hana til ta stóru fyrimynd, hon er í dag.
Nú landið er í stevnu- og kappróðrarhýri, og ólavsøkan stundar til, ynskir Tórshavnar býarsavn at varpa ljós á hesa megnarkvinnu, sum slóðaði fyri, at kvinnur fóru at luttaka í føroyskum kappróðri og í almenna rúminum sum heild. Í hesum sambandi letur spennandi framsýning um Andreu Árting upp í hølunum innast á veghæddini hjá Býarbókasavninum mikudagin 11. juli kl. 10.
Ivan Niclassen hevur gjørt tilfar til framsýningina, meðan Bjarni Rubeksen, Eyðun Árting, Kári Árting, Alan Brockie, Kalmar Lindenskov, Tjóðsavnið og Landsbókasavnið hava veitt myndir og skjøl til framsýningina.
Framsýningin verður opin til 12. august. Tað er Tórshavnar býarsavn, sum samskipar hana.