Kvinnur óttast arbeiðsloysi

Síðani tann heimsumfatandi fíggjarkreppan byrjaði, hava nógv fleiri menn enn kvinnur mist arbeiðið, men kortini stúra kvinnurnar meiri enn menninir fyri at fáa uppsagnarbræv. Tað vísir ein donsk kanning, sum bankin Nordea hevur latið gera. Har svarar triðja hvør kvinna, at hon stúrir fyri at missa arbeiðið í 2009. Hjá monnunum gongur fjórði hvør við somu stúran. Men sambært greinaranum Ann Lehmann Erichsen stúra bæði kynini ov nógv, tí hóast arbeiðsloysið fer at veksa, eru tað lutfalsliga fá, sum missa arbeiðið.