Tá løgtingið fyrr í dag valdi formansskapin fyri næstu árini, var tað ein kend søga, ið endurtók seg. Enn einaferð var tað einans menn, ið vórðu valdir í formansskapin.
Páll á Reynatúgvu varð valdur sum formaður, meðan Heðin Mortensen, Edmund Joensen og Jógvan á Lakjuni vórðu valdir í formansskapin.
Tað er avmarka hvussu nógv løgtingslimirnir sjálvir avgera hvør kemur í formansskapin. Løgtingsformaðurin er vanliga ein av sessunum, ið verður lutaður út í samgongusamráðingunum, hóast løgtingið formelt atkvøður um tað, meðan restin av formansskapinum, tríggir sessir, verða settir eftir tilmælum frá teimum stóru flokkunum uttan atkvøðugreiðslu.
Harvið er tað einki, ið forðar fyri, at ein av teimum stóru flokkunum, um teir ynskja javnstøðu, velja eina kvinnu í formansskapin.
Tað tykist tó at vera torført, tí hóast alsamt fleiri kvinnur verða valdar á ting, so hava einans tvær kvinnur siti í formansskapinum síðani nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi.
Lisbeth L. Petersen sat í formansskapinum frá 1990 til 1998, meðan Katrin Dahl Jacobsen sat í formansskapinum frá 2004 til 2008.
Harumframt var Marita Petersen, sála, løgtingsformaður frá 1994 til 1995, men legði frá sær, tá nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi.