Kvinnur tíma ikki Miðflokkin og sleppa ikki í Fólkaflokkin

Nú allir flokkar hava latið listarnir inn til fólkatingsvalið annan mánadag er greitt, at tveir flokkar ikki liva upp til ásetingarnar í javnstøðulógini við uppstilling.

 

Men tað gera Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, sum allir eru innan fyri býtið 40/60, tá tað ræður um at hava bæði kynini á listunum. Sigast skal, at javnstøðulógin ikki er galdandi fyri uppstilling til val, so Miðflokkurin og Fólkaflokkurin bróta ikki lógina, fyri tað um tað stendur so illa til við kvinnum á listunum.

Hjá Fólkaflokkinum er trupulleikin tann sami: Flokkurin vil ikki hava Anniku Olsen á listanum, og tí hevur floksleiðslan hjá Fólkaflokkinum gjørt av, at bara tey fólk, sum eru á tingi ella í landsstýri stilla upp fyri flokkin.

Soleiðis væntar flokkurin at snúgva sær uttan um »trupulleikan« Anniku Olsen.

Tað eru sterkar kreftir í Fólkaflokkinum, sum ikki vilja síggja hana í flokkinum, tí hon hevur atkvøtt fyri rættindum til samkyndar mammur.

Hon varð á jólum trýst úr Løgtinginum, tá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard fóru úr landsstýrinum og aftur í tingið bara fyri at fáa Anniku Olsen úr tinginum.

Annika Olsen var annað varafólk á fólkaflokslistanum, og tí var Brandur Sandoy ofraður í sama viðfangi.

Um flokkurin hugsar um atkvøður, so er tað uttan iva ein feilur ikki stilla Anniku Olsen upp – og at hava ein so smalan lista, bara fyri at Annika Olsen ikki skal sleppa upp á listan, er uttan iva eisini ein feilur.

Annika Olsen var toppskorari hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalini í 2011 og 2015. Tá fekk hon ávikavist 1.193 og 1.754 atkvøður. Eingin av teimum, sum sluppu á listan hjá Fólkaflokkinum hesaferð hava fingið í nær námind av hesum. Tann sum hevur fingið flestar atkvøður er Uni Rasmussen, sum á seinasta fólkatingsvali fekk 827 atkvøður.

Hjá Miðflokkinum er skaðin við ongar kvinnur at hava á listanum ikki so stórur, tí Miðflokkurin hevði kortini ikki fingið fólk valt á ting, hvussu nógvar kvinnur teir so høvdu á listanum. 

Men eitt fólkatingsval er ein góður máti hjá fólki at royna seg, sum ætla sær á ting. Tað eru mong dømi um tað, eitt nú fólkafloksmenninir Uni Rasmussen, Christian Andreasen og Beinir Johannesen, sum vóru nummar 1, 3 og 4 á listanum hjá Fólkaflokkinum til seinasta fólkatingsval, og sum allir vóru valdir á ting á løgtingsvalinum slakar tríggjar mánaðir seinni.