Kvinnur til hendurs

Náttina til sunnudagin fekk løgreglan í Havn boð um, at tvær kvinnur vóru farnar til hendurs uttanfyri ein náttklubba í Havnini. Tær báðar kunnu vænta at verða skuldsettar fyri brot á politiviðtøkuna.
Politiið var annars úti eini 15 ferðir fyri at vakja fullar avdotnar menn, og teir vóru í flestu førunum vaktir og sendir til hús, men tveir av teimum endaðu í brummuni at sova rúsin av sær.
Tríggjar ferðir var politiið til húsaófrið, og tað einu ferðina tóku teir ein mann við aftur á støðina, sum hevði brotið nakað av innbúgvi.