Kvinnur: Stórsigur til VÍF

VB-VÍF 18-31 (9-13)


Tað gjørdist VÍF, sum gjørdist vinnari av steypakappingini hjá kvinnum, og einki er at ivast í, at talan var um rætta vinnaran av dystinum.

Kvinnur, steypafinala

 

Eftir eina sera ringa byrjan, kom spenningur tó í aftur eina løtu, tá VB fekk minkað munin niður í tvey mál. Nærri enn tað sama komu tær tó ikki, og tá so VÍF aftur fekk ferð á, var at kalla liðugt hjá VB.

Serliga seinastu 10 minuttirnir vórðu at kalla uppvísing frá VÍF liðnum, sum tá fekk lætt spæl móti einum máttleysum VB liði. Undirhaldið varð soleiðis krýnt, tá Manuela Stan ta einu ferðina fór við í álop, og málverjin gjørdi ikki mætari enn at skora við einum reinum hoppiskoti.

Sum sagt, so gjørdist VÍF vinnari av kvinnufinaluni í ár, og vit ynskja teimum hjartaliga tillukku.