Fyribils sleppa kvinnur ikki at virka sum biskupar í Chruch of England ella teirri anglikonsku kirkjuni, sum hon eisini verður rópt.
Spurningurin um at loyva kvinnum at vera biskupar í kirkjuni var til viðgerðar á einum kirkjufundi í London í dag, har 470 umboð úr øllum landinum vóru. Sambært Reuters fekk uppskotið um kvinnuligar biskupar ikki teir neyðugu tveir triðingarnar av atkvøðunum og fall tí.
Tað eru 20 ár, síðani Church of England góðkendi kvinnur sum prestar, og í dag er ein triðingur av prestunum í kirkjuni kvinnur.
Sjálv sigur kirkjan, at hon umboðar umleið 80 milliónir fólk kring heimin.










