ES-kommiserurin í javnstøðumálum, Viviane Reding, vil hava bankarnar at seta fleiri kvinnur á ovastu rók. Gera bankarnir tað ikki av sær sjálvum, er hon til reiðar at gera eina skipan, sum skal áseta, hvussu stórur partur av leiðarunum í bankunum skulu vera kvinnur.
Danmark er eitt av londunum, sum næstan bara hevur menn í teimum ovastu bankaleiðslunum. Politiken skrivar, at seks av teimum størstu bankunum hava 20 fólk í stjórn, og av teimum er bara ein kvinna.
Tað er heilt øðrvísi í grannalondunum. Í Svøríki er fimti hvør bankastjóri kvinna og í Noregi fjórði hvør.
Danske Bank og Jyske Bank viðganga fyri Politken, at teir hava ikki lagt nóg stóran dent á at fáa kvinur í stjórnina. Teir siga kortini, at teir royna at loysa trupulleikan.