Kvinnur skulu ikki vitja Lundin og Madsen

Tað er fyri rættarkensluni hjá teimum avvarðandi, at skotið verður upp at avmarka kvinnuvitjanir hjá monnum við lívstíðardómum

Lívstíðardømdir menn í Danmark eiga ikki at hava vitjanir frá nýggjum kvinnuligum kennskapum í fongslinum.

 

Soleiðis ljóðar eitt uppskot frá Danska Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum sambært BT.

 

Uppskotið kemur, eftir at fleiri miðlar av lýst, hvussu lívstíðardømdir menn sum Peter Madsen og Peter Lundin fáa áheitanir og vitjanir frá kvinnum.

 

– Kriminalforsorgin skal ikki verða giftingarmiðstøð fyri psykopatar, sigur framsøðufólkið í rættarmálum hjá Danska Fólkaflokkinum, Peter Kofod Poulsen, við blaðið.

 

Hann leggur tó dent á, at teir dømdu sjálvandi skulu sleppa at fáa konufólkavitjanir. Sambært uppskotinum mugu konur ella mammur gjarna koma á vitjan í fongslinum.

 

Trine Bramsen, framsøgufólk hjá Javnaðarflokkinum, heldur, at tað ein háan ímóti teimum avvarðandi hjá ofrunum. Hon greiðir BT frá, at tað snýr seg um rættarkensluna.

 

Hjá Fægnselsforbundet eru tey hart ímóti uppskotinum.

 

– Eg haldi ikki, at tað er ein politisk uppgáva at virka sum smagsdómari í hesum samanhangi. Tey eru jú dømd, og nú er tað okkara uppgáva at fáa eitt menniskja burtur úr teimum, um tað er gjørligt, sigur Kim Østerbye við BT.

 

/ritzau/