Kvinnur skulu ikki skúlast til politikk

Fyrrverandi løgtingslimurin, Katrin Dahl Jakobsen, er ikki samd við samfelagsfrøðingin Boga Eliasen, sum í blaðnum leygardagin mælti til, at Føroya Løgting skipaði fyri skeiðum fyri kvinnum til tess at fáa tær meiri áhugaðar í politikki

Í einari grein í leygardagsblaðnum, har hann viðgjørdi núverandi valskipan í Føroyum, og hvussu hon kann broytast til tað betra, nevndi Bogi Eliasen millum annað, at neyðugt er at gera ymisk átøk, so at kvinnur fáa størri áhuga fyri politikki. Millum annað skeyt hann upp, at politikkur bleiv lærugrein í skúlanum, og eisini at løgtingið skipaði fyri skeiðum fyri kvinnum, við tí endamáli at fáa fleiri fólk, serliga kvinnur, áhugaði í politikki.
Fólkaskúlalærarin og fyrrverandi løgtingslimurin fyri Javnaðarflokkin í Suðurstreymoy, Katrin Dahl Jakobsen, er samd við Boga Eliasen í nógvum av tí, sum hann ber fram í greinini, men hon er púrasta ósamd við honum í, at kvinnur skulu skúlast til politikk.

Nógvar kvinnur eru ikki tøkar
Ein av trupulleikunum við at fáa kvinnur upp í politikk er, sambært Katrin Dahl Jakobsen, at tær rætt og slætt eru ikki tøkar. Fyrrverandi løgtingskvinnan sigur, at tað eru ein rúgva av skilagóðum kring alt landið, ið ikki kunnu fara upp í politikk, tí tær hava ikki umstøður til tað. Føroyar eru framvegis fyrst og fremst eitt veiðimannasamfelag, og av teirri orsøk eru nógvar kvinnur einsamallar um taka sær av heiminum, tí at maðurin er burtur. Hetta ger, at tær ikki kunnu bjóða seg fram í politiska arbeiðinum, heldur Katrin Dahl Jakobsen og leggur afturat, at tað neyvan er av tilvild, at tað er Suðurstreymoy, at frægasta kvinnuliga umboðanin er, tí júst í hesum økinum er lutvíst fáir sjómenn í mun til hini økini í landinum.
Katrin Dahl Jakobsen heldur tað eisini verða fullkomiliga burturvið, sum samfelagsfrøðingurin ber fram um, at kvinnur skulu skúlast til at fáa førleika til politiskt arbeiði, og hon dugir ikki at skilja, at menn skulu eitast at verða betur brynjaðir til at fara undir politiskt arbeiði. Hinvegin heldur Katrin, at tað er umráðandi, at kvinnurnar koma inn í politikkin, júst so sum tær eru, tí tað er júst tað, ið okkum tørvar, heldur hon. Eisini heldur fyrrverandi løgtingskvinnan, at ein háttur at fáa fleiri kvinnur virknar innan politikk, er at størri dentur verður lagdur á tey "bleytu" málini, so sum barnaansing, eldrarøkt og onnur, ið kvinnur mangan hava serligan áhuga fyri. - Kikarin verður næstan bara settur á tey "tungu" málini, so sum fiskivinnu, búskap, tunnlar og havnir, sum kvinnur ikki altíð hava so stóran áhuga fyri, sigur Katrin Dahl Jakobsen.

Tìðaravmarkað kvotuskipan verd at royna
Bogi Eliasen nevnir í grein síni, at tað møguliga hevði verið eitt hugskot at gjørt eina tíðaravmarkaða kvotuskipan, sum innibar, at innan fyri eitt ávíst tíðarskeið, t.d. 12 ár, skal í minsta lagi ein triðingur av øllum tinglimunum verða ávíkavist kvinnur og menn. Samfelagsfrøðingurin sigur, at best var, um slíkt ikki skuldi til fyri at fáa kvinnur í politikk, men at ein slík skipan kann gerast neyðug fyri at fáa ferð á. Hesum er Katrin Dahl Jakobsen samd við Boga Eliasen í, og hon heldur, at um ein slík skipan kann verða við til at venda gongdini, er hon avgjørt verd at royna, heldur Katrin Dahl Jakobsen. Hon heldur, at hetta hevði møguliga ruskað eitt sindur í føroyska politiska hugburðin og givið tekin um, at fólkaræðið hevur tørv á bæði kvinnum og monnum.
Katrin Dahl Jakobsen er telist ikki millum teirra, sum halda, at kvinnuflokkar burturav er ein loysn, tí eftir hennara tykki er hetta eitt fet skeiva vegin. Hon sigur, at um vit gera kvinnuflokkar, fara vit aftur at gera mun á kvinnum og monnum, og harafturat hevði eg sjálv heldur vilja verið við í einum flokki, sum byggir á somu politisku grundsjónarmið, ið eg sjálv trúgvi uppá.
Spurningurin um vit skulu gera Føroyar til eitt valdømi, verður eisini umrøddur í greinini hjá Boga Eliasen, og her tekur Katrin Dahl Jakobsen fult undir við hansara sjónarmiðum at gera alt landið til eitt valøki. Fyrrverandi løgtingskvinnan er samd við Boga Eliasen í, at um vit hava bert tað eina valdømi, kann tað kanska gerast lættari hjá kvinnum at koma framat. Sum nú er, er tað ógvuliga sjáldan, at kvinnur eru millum fremstu valevnini hjá teimum ymisku flokkunum í teimum smærru valdømunum kring landið, meðan tað kann hugsast, at tað verður lættari hjá kvinnum at sleppa framat, um bert eitt valdømi er.

Læra um samfelagsmekanismur
Greinin, sum Bogi Eliasen hevði í blaðnum leygardagin, hevur yvirskriftina "Politikkur sum lærugrein í skúlanum", og samfelagsfrøðingurin ber fram, at eftir hansara tykki hevði tað verið eitt hugskot at fingið eina nýggja lærugrein í fólkaskúlanum, ið eitur politikkur. Hetta skal sambært honum verða við til at birta áhuga fyri politikki millum føroyskar ungdómar. Hesum er fólkaskúlalærarin, Katrin Dahl Jakobsen, ikki heilt samd við honum í. Hon heldur ikki, at tað er so illa statt við áhuganum fyri politikki millum føroyingar, at tað er neyðugt at politikk inn í fólkaskúlan sum serstaka lærugrein, tí hvat er politikkur. Katrin Dahl Jakobsen heldur tað verða óvist, um vanligi borgarin og fakmaðurin Bogi Eliasen hava somu fatan av hvat politikkur er, og tað er júst her, at kvinnurnar kunnu renna pannuna ímóti múrinum. Sjálv heldur Katrin Dahl Jakobsen, at vanliga virðingin er fyri tí, sum man kann kalla mannfólkapolitikk, so sum skip, asfalt, betong og annars alt, sum hevur roðslu og stert. Fyrrverandi løgtingskvinnan sigur, at høvdu vit megnað at tóna niður nakað av "sluppsyndrominum", sum hon rópar tað, sum einaferð í tíðini fekk fastatøkur á fólki, og fingið eyguni upp fyri veruligu virðinum í samfelagnum, hevði tað politiskt verðið væl rúmsáttari.
Fólkaskúlarlærarin, Katrin Dahl Jakobsen, sigur, at eftir hennara tykki er tað meiri umráðandi, at næmingar í fólkaskúlanum læra um, hvussu samfelagsmekanismurnar virka, og hvat skal til, fyri at modernaða samfelagið skal hanga saman. Hetta hevði verið við til at eggja okkara ungdómar at tora at møta tí ókenda og leggja lunnar undir dirvi at taka ábyrgd fyri samfelagnum, júst so sum fólkaskúlalógin leggur upp til, heldur Katrin Dahl Jakobsen. Somuleiðis heldur hon, at tað er ein vandi fyri, at partapolitisk áhugamál av óvart kunnu sníkja seg inn í undirvísingina, um lærugreinin eitur politikkur, sigur Katrin Dahl Jakobsen at enda.