Kvinnurnar verða í meiriluta, tá umboð fyri lands- og lokalmyndugleikar røða á Føroya Sjómannadegi Gunvá við Keldu, borgarstjóri, letur upp framsýngina hjá Hans J. Fuglø í deildini hjá EIK. Leygardagin 22. august, bjóðar borgarstjórin vælkomin til stórt kaffiborð á Stangabrúnni klokkan 11.15.
Eins og undanfarin ár er tað siðvenja at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setur Føroya Sjómannadag og í ár fellur heiðurin til Jacob Vestergaard. Landsstýrismaðurin flytur fram røðu í samband við stóra kaffiborðið eftir at borgarstjórin hevur boðið vælkomin.
Eins og siður er heiðrar Føroya Sjómannadagur bestu bátar og skip. Tað er formaðurin í løgtingsins vinnunevnd, sum handar heiðurstekin, og í ár fellur hesin heiðurin til eina kvinnu, nevniliga Katrin Dahl Jakobsen. Handanin ferð fram leygarkvøldið, beint eftir Føroyameistarakappingina í Egning, ið byrjar klokkan 19.