Kvinnur ræðast fjølmiðlarnar

- Tíðindaflutningurin hevur ikki tíð at bíða eftir kvinnum, sum skulu hava eina viku at hugsa seg um í. Tí detta teirra meiningar niður ímillum, meðan mannfólkini sleppa at fylla dagligu tíðindasendingarnar, segði Katrin Petersen, tíðindaleiðari í Sjónvarpi Føroya, á Kvinnuráðstevnuni á Hotel Hafnia leygardagin

Eini 90 kvinnur vóru komnar saman á Kvinnuráðstevnuni, sum Urd skipaði fyri leygardagin. 12 kvinnur lýstu 6 ymisk evni út frá einum søguligum og einum nútíðar sjónarhorni fyri at meta um, "Hvussu langt eru vit komnar í 30 ár", sum eisini var heitið á tiltakinum. Evnini vóru áhugaverd og viðkomandi, men tað var serliga evnið "Fjølmiðlar" ella "Kvinnur í fjølmiðlunum", sum fekk ferð á kjakið.
"Góða spyr onkran annan?"
At vit síggja nógv færri kvinnur tíðindatilfarinumí fjølmiðlunum enn menn, man neyvan nakar vera í iva um. Spurningurin er so, um tað er tí, tær ikki verða spurdar, ella tí tær bera seg undan, tá tær verða spurdar.
Randi Jacobsen, sum dagliga starvast á Dimmalætting, visti at siga, at tá tað ræður um at fáa kvinnur at úttala seg til bløðini, er lítið broytt tey 26 árini, hon hevur virkað sum blaðkvinna.
- Tað eru sjálvandi undantøk, men sum heild fært tú sum blaðkvinna nógv meir stríð av at seta teg í samband við eina kvinnu enn við eitt mannfólk, tá tú skalt brúka eina keldu til eina grein, segði Randi. "Góða spyr onkran annan. Kanst tú ikki ringja aftur seinni, eg má at hugsa meg um.", er vanliga svarið, tú fært. Oftast vilja tær eisini síggja greinina, áðrenn hon fer í blaðið, og tað kemur ikki so sjáldan fyri, at tær gremja seg um hana aftaná og tá hava meiningar um, hvussu greinin heldur átti at verið skrivað.
- Hetta kann brúkast sum ein forkláring uppá skeivu umboðanina av kvinnum í fjølmiðlunum, men tað eigur ikki at gerast ein undanførsla fyri ikki at brúka kvinnur sum keldur í tíðindaflutninginum, segði Randi. Vit kundu ivaleyst gjørt okkum meir ómak við at komið á tal við fleiri kvinnur. Trupulleikin er bara, at vit tíðindafólk allatíðina arbeiða fram ímóti einum evstamarki, har vit hava brúk fyri viðmerkingunum, skjótast til ber. Tí hava vit eisini brúk fyri at vita, hvaðani vit skjótast fáa viðmerkingarnar og sum er, er tað also frá mannfólkunum.
Tær vilja ikki, tá eg vil
Katrin Petersen, tíðindaleiðari í Sjónvarp Føroya, var samd við Randi í, at tíðindaflutningurin ikki hevur tíð at bíða eftir konufólkunum.
- At kvinnur eru so lítið at síggja í tíðindunum kemst ikki av, at tær ikki duga at greiða frá. Tað duga tær væl, men tað skal helst vera um okkurt, tær sjálvar hava upplivað. Tí síggja og hoyra vit tær oftast sum tað, vit kalla "erfaringsvitnir og offur" í ofta sera áhugaverdum sendingum sum til dømis Tilvera, har tær greiða frá, hvussu tað er at missa eitt barn, at fáa eitt brekað barn, at blíva skild, at vera tunglynt o.s.fr. Nógv bendir eisini á, at kvinnur hava lættari við at traðka fram í slíkum sendingingum, enn mannfólk, segði Katrin.
- Alt gott um slíkar sendingar, men á tíðindadeildini hjá Sjónvarpi Føroya havi eg brúk fyri kvinnum við eini meining ella einum boðskapi. Hesar finnast eisini - trupulleikin er bara, at tær vilja ikki, tá eg vil, segði Katrin. Tær bera seg undan og duga sum heild illa at lata tað verða upp til journalistin at gera av, hvør er tann rætta at tosa við nær, og hvat mál hevur nóg nógv uppá seg.
- Í politikki tosa vit ofta um at broyta karmarnar soleiðis, at teir hóska kvinnum betri. Men í tíðindaflutningi ber tað snøgt sagt ikki til at laga seg eftir eini kvinnu, sum skal hava eina viku at hugsa seg um í. Tað skal vera her og nú, og kann tað ikki tað, verður tað av ongum. Úrslitið er tíverri, at tær meiningar ella boðskapir kvinnur møguliga hava, ofta detta niðurímillum, segði Katrin.
Almennur trupulleiki
Eitt er, at uppteljingar vísa, at mannfólk spæla høvuðsleiklutin í 80 % av innsløgunum í tíðindasendingunum. Men hyggja vit at lesarabrøvunum og tí innsenda tilfarinum í bløðunum, sær myndin litið frægari út.
- Tá einasti føroyski, kvinnuligi floksformaðurin valdi at leggja frá sær, var bert eitt lesarabræv skrivað av eini kvinnu at síggja í bløðunum, og tað kom frá eini tjóðveldiskvinnu. Hvar vóru sambandskvinnurnar, tá teirra floksformaður legði frá sær? Hvar vóru kvinnurnar sum heild, tá henda týdningarmikla hendingin fór fram?, spurdi Katrin Petersen, sum í heila tiki eftirlýsti kvinnur, sum vilja og tora at siga sína meining um samfelagslig viðurskifti alment.
- Okkurt bendir á, at kvinnur fata fjølmiðarnar sum eina hóttan, meðan mannfólkini síggja teir sum ein frálíkan møguleika at sleppa framat við síni hugsan. Men skalt tú sleppa framat í fjølmiðlunum, mást tú eisini tora at at standa einsamøll við ábyrgdini fyri tí, tú hevur sagt og ikki vera bagin fyri at fáa eina skolu niðuryvir teg dagin eftir. Alt ov ofta halda kvinnur fram við at bera seg at, sum tær gjørdu í skúlastovuni, har tað var heilt avgerandi, at man var samdur við hinar og kundi siga, "Vit halda", so ongin kundi koma afturumaftur og geva nakrari ávísari skyldina, segði Katrin.
Hinvegin helt hon tað vera meir álvarsamt at fáa sum grundgeving frá kvinnum, at tær ikki vildu úttala seg um serliga kvinnumál, tí tað kundi skaða teirra leiklutir aðrastaðni í samfelagnum. Hetta átti at givið okkum øllum okkurt at hugsa um, helt Katrin Petersen.
Hinumegin leiktjøldini
Hóast kvinnuliga umboðanin í fjølmiðlunum úteftir stórt sær er óbroytt seinastu 30 árini, eru glottar at hóma hinumegin fjølmiðlaleiktjøldini. Randi Jacobsen var sannførd um, at tað ikki minst er kvinnurørsluni fyri at takka, at mannfólk ikki longur gera mun á, um tað er ein blaðkvinna ella ein blaðmaður, sum setur teimum spurningar um okkurt typiskt mannfólkaevni. Hon vísti eisini á, at sjálvt um føroyskir kvinnuligir journalistar ikki hava nakað skipað samstarv, sum tær til dømis hava í Danmark, so duga tær væl at brúka hvørja aðra í dagliga tíðindaarbeiðinum.
Bjørt Samuelsen, tíðindakvinna, skeyt upp, at kvinnur seta seg í samband við fjømiðlarnar fyri at vera við til at dagføra telefonlistarnar hjá teimum, so at fleiri nøvn á kvinnum eru at velja ímillum.
- Sum er, er tað ofta bert ein óvani, at vit ikki oftari seta okkum í samband við kvinnur. Stóðu teirra nøvn ovast á listunum, hevði tað verið ein rættiliga ítøkilig áminning um, at her er ein óvani, sum kann broytast, segði Bjørt Samuelsen millum annað, tá tikið varð samanum á Kvinnuráðstevnuni leygardagin.