Kvinnur í politikki

Í vikuni, sum fór, var ráðstevna um luttøku kvinnanna í politikki. Ráðstevnan var íkomin eftir avgerð hjá Útnorðursráðnum. Ein meginspurningurin á ráðstevnuni var, hví ikki fleiri kvinnur eru uppi í politikki. Ljós varð varpað á føroysku politisku skipanina, har tað sum kunnugt er smátt við javnstøðu. Hví verða so fáa kvinnur upptillaðar, og hví verða so fáa valdar?

Vit kenna enn ikki sjálvar niðurstøðurnar frá ráðstevnuni, so vit fáa ikki ítøkiliga gjørt viðmerkingar til úrslitið av ráðstevnuni. Tað tykist tó greitt, at ein valskipan við einum valdømi tykist geva kvinnunum størri møguleikar at gerast tingfólk. Hetta er áhugavert og er enn ein góð grund til at fara burtur frá tí avoldaðu skipanini við sjey valdømum í hesum lítla landi. Tað er lítil ivi um, at ein broytt skipan við einum valdømi og hóskandi tali av eykalimum, hevði givið eitt nógv virkisførari løgting.

Men her eru ivaleyst aðrar orsøkir til, at so fáar kvinnur sita á tingi. Leitast má eftir hesum orsøkum á fleiri støðum og fyrst og fremst hjá politisku flokkunum. Her er tørvur á sjálvsrannsakan. Tað er eygsæð frá einum demokratiskum sjónarmiði, at fleiri kvinnur eiga at vera í politikki og tá fyrst og fremst í løgtingi. Men tørvur er eisini á fleiri kvinnum í bý- og bygdaráðum. Kvinnur eru sum kunnugt helvtin av mannaættini, og tí er tað í sjálvum sær óheppið og ódemokratiskt, at kynsbýtið er so skeivt, sum tað er í dag.

Hvussu loysa vit so henda trupulleika? Tað hevur verið borið upp á mál at áseta eina ávísa kynskvotering í vallógina. Vallógin skal skipast so, at uttan mun til valúrslitið skulu eini 40-50% av tinglimunum vera kvinnur. Hetta er óvanligt, men ikki heilt ókent. Hetta er avgjørt ein gongd leið, men hon hevur tann vansa, at kvinnur tá verða valdar, tí tær eru kvinnur og ikki tí at tær umboða eina politiska hugsjón. Er hetta ynskiligt? Ein minni ógvuslig kvotering kundi verið, at tað í vallógina varð ásett, at á hvørjum vallista skulu í minsta lagi 40-50% av valevnunum vera kvinnur. Hetta hevði verið ein skilagóð millumloysn. Tað besta fyri allar partar hevði tó verið, at politisku flokkarnir viðurkendu sína ábyrgd mótvegis javnstøðuhugsjónini og alt fyri eitt fóru undir eitt seriøst og miðvíst virksemi til tess at rekruttera kvinnur til tað politiska arbeiðið. Hetta vildi verið tann mest demokratiska loysnin og ivaleyst tann loyst, sum í longdini vildi verið tann haldbesta loysnin.