Tríggjar kvinnur úr Malaysia eru pískaðar fyri at hava sex uttanfyri hjúnarlag. Í vestliga heiminum er straffurin fyri tað sama allarhelst ikki meira enn moralskar ella heilt vanligar, kropsligar timburmenn. Tær tríggjar malaysisku kvinnurnar fingu tó eina aðra lagn og vórðu pískaðar, skrivar blaði, The Guardian.
Shariadómstólurin dømdi kvinnurnar at verða pískaðar. Ein umboðsmaður fyri innanríkisráðnum í landinum stóð fram, men tá var dómurin longu framdur. Tað er fyrstu ferð, at hesin straffurin er gjørdur til veruleika í einum annars moderatum, muslimskum landi.
Sharialógin fevnir bara um familjuøki og bara fyri muslimska partin av landinum. Hesu økini eru millum annað hjúnarlag, hjúnarskilnaður og børn.
Í fjør var ein kvinna dømd at verða pískað, tí at hon hevði drukkið øl á einari barr. Orsakað av stórum trýsti frá útlendskum fjølmiðlum, varð dómurin ikki framdur.










