Kvinnur og menn í undirhúsi

- Verður undirtøkan góð, er ætlanin at víðka tiltakið til fyrilestrar, rørslu og svimjing, sigur Sørvágs kommuna.

Sørvágs kommuna fer nú saman við Sørvágs skúla at gera eina roynd at hava undirhús fyri menn og kvinnur, soleiðis at skúlin verður meira opin, eisini fyri teimum, ið ikki hava sína dagligu gongd í skúlanum.

 

- Hvønn fríggjamorgun frá klokkan 10-11.30 eru øll - bæði kvinnur og menn - vælkomin til eina hugnaløtu við drekkamunni á bókasavninum, og byrjað verður fríggjamorgunin 12. februar.

 

Sørvágs kommuna veit at siga, at her verður kaffi, te og okkurt aftur við, og her verður eisini høvi hjá vitjandi at lesa bløðini. Borð verða at sita við, og her verður eisini høvi at spæla kort saman.

 

- Verður undirtøkan góð, er ætlanin at víðka tiltakið soleiðis, at fyrilestrar eisini verða hildnir. Um áhugi er, er ætlanin eisini at skipa fyri rørslu í fimleikarhøllini og svimjing, sigur Sørvágs kommuna.