Kvinnur og list

Íslendska skaldsøgan Karitas án titils eftir Kristín Marja Baldursdóttir, ið var í uppskotið til Bókamentavirðisløn Norðurlanda Ráðsins í fjør, er nú umsíðir týdd til danskt.

Kristín Marja Baldursdóttir, Karitas uden titel, Gyldendal, 2007


 

Karitas vaksur upp í Íslandi fyrst í 1900 talinum saman við fimm systkjum og mammuni. Pápin er deyður á sjónum, og mamman hevur sett sær fyri, at øll børnini skulu hava eina útbúgving.

Karitas vísir eg skjótt at hava heilt serligar listarligar gávur. Hon fær møguleika at fara til Keypmannahavnar at nema sær listarliga útbúgving. Heimafturkomin gleðir hon seg til eitt lív sum listakvinna, men so forelskar hon seg í tí vakra Sigmar. Dreymurin verður tí av ongum, og Karitas verður enn eitt offur fyri einum hugburði, ið ikki loyvdi kvinnum at fáast við list.

Karitas uden titel minni nógv um stóru realistisku ættarskaldsøgurnar frá 1800 talinum. Hetta merkir tó ikki, at søgan er gamaldags. Heldur spælir høvundurin sær við genruna við at bróta familjusøguna við lýsingum av djúpt persónligu listaverkunum hjá Karitas.

Hóast sín myrka karm, er bókin á ongan hátt tung ella hátíðarlig. Tvørturímóti er søgan full av humor og ironi, sum eisni eru eyðkenni fyri størsta partin av ritverkinum hjá íslendsku Kristín Marja Baldursdóttir.