Fyrsti dysturin á Liechtenstein-ferðini hjá flogbóltskvinnunum verður ímóti Kypros fríggjadagin 4. juni, síðani verður spælt ímóti Skotlandi leygardagin 5. juni og at enda ímóti Liechtenstein sunnudagin 6. juni.
Landsliðsvenjarin, Kristian Mikkelsen, hevur úr fýra feløgum tikið út 12 kvinnur til undankappingina, har tað ræður um at gerast nummar eitt ella tvey, so liðið kann sleppa víðari til endaumfarið, sum verður í Luxembourg næsta ár.
Úttiknu spælararnir eru Anja Sonnedóttir Danielsen, Karina Poulsdóttir Debes, Rakul Dalsgaard Jakobsen og Birita Joensen úr Fleyr, Birgit Guttesen, Margit Gaard Joensen, Eina Stephania Kalsø og Sofía Purkhús úr Mjølnir, Helga Guttesen og Karin Mikkelsen, SÍ, og Gudrid Nolsøe og Katrin Petersen úr TB.
Føroyska kvinnulandsliðið hevur fyrr møtt øllum trimum londunum, spælt verður ímóti. Tá EM-undankapping var í Føroyum fyri tveimum árum síðani, vunnu Føroyar 3-1 á Skotlandi, men taptu 0-3 fyri Liechtenstein.
Jan skal døma
Umframt kvinnurnar, ið fara avstað, fer eisini altjóða flogbóltsdómarin, Jan Hentze, til somu kapping í Liechtenstein, har hann skal vera dómari í bólki A frá 4. til 6. juni. Í dystinum millum Skotland og Kypros verður hann fyrsti dómari, og í dystinum millum Liechtenstein og Kypros annar dómari.
Hetta er ikki einasta altjóða avbjóðing hansara í næsta mánaði, tí eisini frá 17. til 19. juni skal hann døma í bólki A í EM-undankappingini fyri smátjóðir hjá monnum, sum verður í Andorra. Tá verður hann fyrsti dómari í dysti millum Skotland og Kypros, og annar dómari í dysti millum Andorra og Skotland.
Við í hesi seinnu kappingini er eisini føroyska manslandsliðið, hvørs venjari er Romica Øster. Føroysku flogbóltsmenninir eru í bólki saman við Kypros, Skotlandi, Írlandi og Andorra.










