Í Afganistan siga tey í morgun, at Nato hevur gjørt av við átta kvinnur og børn í einum bumbuálopi. Hendingin er farin fram í Laghman-økinum har eysturi í landinum.
Tíðindastovur skriva, at tey lokalu í økinum tóku deyðu kropparnar við sær til dyrnar hjá guvernørinum í økinum og róptu "Deyði yvir Amerika".
Nato sigur, at teir gjørdu av við 30 vápnað uppreistrarfólk í álopinum, men viðganga, at sivil eisini kunnu vera deyð.
Kvinnurnar og genturnar, sum vórðu dripin, vóru í eini skóg og hentaðu grøði við sólarris í morgun, tá bumburnar raktu.
Hugsandi er, skriva tíðindastovur, at aðrar kvinnur og børn eisini eru rakt og meiðslað í álopinum.
Í byrjanini segði Nato, at eingi sivil fólk vórðu rakt, men nú sigur hernaðarsamgongan, at hetta ikki er óhugsandi kortini.
Álopið kom nakrar tímar eftir, at fýra hermenn hjá Nato í Afganistan vórðu dripnir av einum, tey halda var ein afganskur løgreglumaður.