Kvinnur í menningarlondum fáa færri børn nú enn fyrr

Fyri fyrstu ferð í søguni fáa kvinnurnar í menningarlondunum færri enn trý børn í meðal

Í mong ár hava vísindafólk stúrt fyri, at fólkatalið í heiminum og serstakliga menningarlondunum fór at veksa nógv við tí úrsliti, at tað kundi gerast trupult at breyðføða øll. Men nú vísir ein nýggj kanning, at har er einki at stúra fyri.
Kanningin umfatar 192 menningarlond, og hon vísir, at nú fáa kvinnurnar í menningarlondunum bara 2,9 børn í meðal, og tað er minni enn nakrantíð fyrr. Um orsøkina sigur kanningin, at fólk bíða longri við at gifta seg og at fáa børn. Tølini vísa, at bólkurin av ógiftum kvinnum í aldrinum 25 til 29 ár er vaksin úr 15 prosentum í sjeytiárunum upp í 24 prosent. Hjá monnum er sami bólkur vaksin úr 33 í heili 44 prosent.
Ein onur orsøk er, at fyribyrging munandi vanligari nú enn fyrr. Í kanningini sæst, at talið á kvinnum, sum brúka okkurt fyribyrgjandi, er vaksið 38 prosent seinastu tjúgu árini. Hjá monnunum er vøkst-urin 52 prosent.