6. mars 1977 skipaði Kvinnufylkingin fyri mótmælisfundi á Vaglinum í Havn.
Endamálið við hesum fundi var at lýsa støðuna hjá kvinnuni í samfelagnum og annars vísa á ymiskar skeivleikar, sum okkurt mátti gerast við. Til dømis at bøta um korini hjá kvinnuni á arbeiðsmarknaðinum, líkaløn, avtøku av samskattingini, fleiri barnagarðar og vøggustovur.
Kravgongan byrjaði við Sjónleikarhúsið og helt leiðina oman á Vaglið, har fýra kvinnur høvdu orðið. Umleið 300 fólk luttóku í mótmælisgonguni.