Kvinnur móti harðskapi

? ? ?

Á hvørjum ári er ein norðurlendsk ráðstevna við heitinum »Nordiske kvinder mod vold«. Luttakarnir á ráðstevnuni starvast innan Kvinnuhús/Kreppumiðstøðir. Luttakaralondini eru Norra, Svøríki, Ísland, Danmark, Finland, Grønland og Føroyar. 133 luttakarar vóru á stevnuni, ið var í Ilulissat (Jacobshavn) í Grønlandi frá 18. til 23. september. Fyrilestrarnir á ráðstevnuni vóru um familjuviðgerð, sjálvhjálparbólkar og børn á kreppumiðstøðum.

Í Ilulissat eru 4.200 íbúgvar og umleið dupult so nógvir hundar. Náttúran er ógvuliga vøkur, veðrið var stak gott, har var kalt, stilli og sólskin. At vit eisini búðu í igloum, tó ikki gjørdar úr kava, niðri við sjóarmálan og sóu ísfjøllini flóta framvið vindeygunum, gjørdu upplivingarnar ógloymandi.

Tað fyrsta vit rendu okkum í, tá vit koyrdu av flogvøllinum og til býin, var ein líkskari, og tað varð í Ilulissat nógv tosað um tey fýra sjálvmorðini ið vóru framd seinastu tvær vikurnar. Tey vóru framd av tveimum skúlabørnum 16 ára gomul, einum 18 ára gomlum og einum vaksnum. Hetta varð eisini tosað um á ráðstevnuni.

Á ráðstevnuni varð gjørt eitt felags tíðindaskriv at senda fjølmiðlunum, og er tað soljóðandi:

Tað eigur at vera ein samfelagsábyrgd at verja børn sum vaksa upp við harðskapi. Hetta siga kvinnur frá kreppumiðstøðunum í Norðanlondunum.

Okkara royndir eru, at børnunum tørvar stuðul at handfara harðskapin, tey hava upplivað.

Sosialministeriið í Danmark hevur givið donsku kreppumiðstøðunum pening til at seta eitt starvsfólk til børnini. Á ráðstevnuni greiddu barnapersónarnir frá Kvindehjemmet í Keypmannahavn frá eini verkætlan, tær við góðum royndum høvdu roynt har. Verkætlanin var um arbeiði við upplivingunum hjá børnum, har mammurnar høvdu verið fyri sálarligum og likamligum ágangi. Nøkur av børnunum høvdu eisini sjálvi verið útsett fyri harðskapi.

Eitt felags krav til politikarnar frá okkum er, at kreppumiðstøðirnar í Norðanlondunum fáa resursur fyri betri at verða førar fyri at stuðla børnum, sum saman við mammunum koma til okkara.

Fyri at fyribyrgja hendan harðskapin, mugu øll í samfelagnum vera vakin um tørvin hjá hesum børnum.

Elsa Poulsen, sálarfrøðingur, greiddi frá sínum royndum í arbeiðinum við harðskapsraktum familjum. Somuleiðis greiddi Fatima Ali, psykoterapeut, frá sínum royndum við sjálvhjálparbólkum.

Ráðstevnan varð hildin á Hotel Arctic, sum stílaði fyri og gjørdi eitt framúrskarandi arbeiði.