Fleiri kvinnur eru í tí nývalda Landstinginum í Grønlandi Ikki færri enn átta av teimum fjúrtan tinglimunum hjá grønlendska flokkinum IA eru kvinnur, og nakrar teirra fingu fleiri persónligar atkvøður enn teir flestu floksfelagarnir.
Flestar fekk Maliina Abelsen, sum fekk 1.410 persónligar atkvøður. Hon sigur við grønlendska kringvarpið, at valúrslitið er sera týdningarmikið fyri tær grønlendsku kvinnurnar, tí tað vísir, at veljararnir hava álit á kvinnunum sum politikarum.
Tvær aðrar kvinnur, sum fingu nógvar persónligar atkvøður, eru Juliane Henningsen úr IA og Aleqa Hammond úr Siumut.