Møtir tú einum av kvinnuligu politikarunum í Løgtinginum ella landsstýrinum hesa næstu tíðina, skalt tú vænta, at tær bera eitt serligt ljósareytt prýði, sum vísir, at tær stuðla stríðnum ímóti bróstkrabba.
Í allan oktober mánað fara tær at bera hetta serliga prýði við eini ljósari sloyfu, sum um allan heim er ímyndin av stríðnum ímóti bróstkrabba
Løgtings- og landsstýriskvinnurnar fara allan oktobur at bera smúkkur við ljósareyðu sloyfuni, sum kring allan heim er vorðin symbolið.
- Á henda hátt vilja kvinnuligu landspolitikararnir gera sítt til at stuðla søluni av prýðislutunum sum Bót til Bata og Krabbameinsfelagið selja í hesum døgum, fyri at savna pening til gansking í bróstkrabba.
Prýðislutirnir eru armbond og hálsbond, sum Mikkalina Glas hevur sniðgivið. Tær eru hondgjørdar, so eingin er heilt eins, á sama hátt sum hvør kvinna, ið fær staðfest krabbamein, er egin, og hevur sína egnu søgu.
Millum annað fáast prýðislutirnir til keyps á bindiklubbakvøldinum í SMS í annaðkvøld 5. oktobur og á Torginum í SMS fríggjadagin 7. oktober. Men tær fáast eisini á apotekunum og ymsum sølubúðum kring landið.