Kvinnur í kreppu

Tvær av oddakvinnunum í donskum politikki, Helle Thorning-Schmidt og Lene Espersen, hava tað strævið í hesum døgum, og fyribils bendir einki á, at veljararnir hava hug at hjálpa teimum.

Ein meiningakanning hjá Politiken vísir, at 50 prosent av veljarunum hava broytt hugsan um Helle Thorning-Schmidt orsakað av skrivingini um, at maður hennara skal hava skákað sær undan at rinda skatt í Danmark. Samstundis siga 67 prosent, at málið hevur verið til skaða fyri hennara trúvirði.

Lene Espersen, uttanríkisráðharri, stendur fyri skotum, tí hon hevur hildið frí heldur enn at luttaka á uttanríkisráðharrafundum hjá ES og aðrastaðni.

Ein meiningakanning hjá DR vísir, at 52 prosent av veljarunum halda, at Lene Espersen eigur at fara frá sum uttanríkisráðharri.