Kvinnur ikki valrætt

Mánadagin viðgjørdi tjóðartingið í Kuwait eitt uppskot um at geva kvinnunum valrætt, men tá uppskotið kom til atkvøðugreiðslu, fall tað.

Eftir uppskotinum skuldu kvinnur sleppa at velja og at stilla upp á einum komandi landspartavali. Tað kunnu tær kuwaitisku kvinnurnar ikki eftir galdandi lóg, men tey, sum standa aftan fyri uppskotið, ætla ikki at gevast so. Ein teirra, Ali al-Rasheed, sigur við AFP, at uppskotið verður lagt fyri tingið eina ferð afturat og kanska longu í dag.

Tá atkvøtt varð mánadagin, atkvøddu 29 tinglimir fyri uppskotinum um valrætt og valbæri til kvinnurnar, og teir atkvøddu ímóti. Men trupulleikin var, at 29 tingmenn greiddu ikki atkvøðu, og so fall uppskotið, tí sambært lógini skal eitt tílíkt uppskot hava minst 33 atkvøður í meiriluta fyri at verða samtykt.