Kvinnur ikki so ósekar

Triði hvør breti heldur, at kvinnur, sum ganga í eggjandi klæðum ella eru fullar, mugu átaka sær ein part av skyldini, verða tær neyðtiknar. Tað vísir ein kanning, sum Amnesty International í Bretlandi hevur gjørt.

Felagsskapurin er skelkaður av útslitinum, og formaðurin, Kate Allen, sigur við BBC, at stjórnin noyðist at skipa fyri einum átaki, sum skal broyta hesa uppfatanina. Teir bretsku dómararnir eru eisini skelkaðir av úrslitinum. Formaðurin í dómarafelagnum í Onglandi og Wales, Ken McDonald, vísir á, at í flestu førum eru tað nevningar, sum døma í neyðtøkumálum, og vit sleppa ikki undan, at hendan uppfatanin eisini er galdandi teirra millum, sigur hann. Í dag enda bara seks prosent av teimum fráboðaðu neyðtøkunum í Bretlandi við dómi.

Kanningin hjá Amnesty International vísti eisini, at flestu bretar hava onga hóming av, hvussu nógvar kvinnur verða neyðtiknar. Tað almenna talið í fjør var 12.867, og tað var fýra prosent fleiri enn árið fyri, sigur BBC.