Nógv halda, at drekka vit rúsdrekka, taka vit uppá. Nýggj kanning vísur, at tað ikki hongur saman.
Nakrir amerikanskir serfrøðingar hava seinastu tredivu árini fylgt 19.000 kvinnum og kannað, hvønn mun rúsdrekka ger á kropsvektina. Kanningin vísti, at kvinnur, ið støðugt drukku rúsdrekka, tóku minni upp á enn kvinnur, ið slett ikki drukku, skrivar BBC.
Kanningin vísur, at kvinnur, ið drukku millum ½ og og tríggjar snapsir um dagin, vóru í 27 til 61 prosent lægri vanda at gerast ov tung enn kvinnur, ið einki drukku.
Tað er hóast alt ikki serliga fikst at nýta rúsdrekka sum ein slankikur. Kvinnur í kanningini, ið drukku, drukku nevnliga meira, enn tær ótu, og tí fingu tær ikki líka nógvar kaloriur. Í staðin fyri at eta snaks, drukku tær eitt glas av víni.
- Kaloriurnar í rúsdrekka telja, sigur Catherine Collins við BBC. ? Nógvir rúsdrekkamisnýtarir hava trupulleikar av at vera ov tungir.
Kelda: www.eb.dk