Kvinnur hugsa negativt 36 ferð um dagin

Kvinnur hugsa ógvuliga neiligar tankar um seg sjálva. Tað vísur ein nýggj kanning, sum Closer Online skrivar um í dag. Millum annað hugsa kvinnur nógv um kroppin. Tær báðar bretsku kvinnurnar, fitnessvenjarin Irene Estry og sálarfrøðingurin Emma Kenny, hava fyri stuttum gjørt eina kanning um, hvussu kvinnur hugsa um seg sjálvan.

Tær góvu yvir 100 kvinnum millum 35 og 69 ár útgerð, sum kvinnurnar skuldu trýsta á, hvørja ferð tær hugsaðu neiligt um seg sjálva.

 

Úrslitið var, at kvinnurnar í meðal høvdu 36 neiligar tankar um seg sjálvar um dagin. Tað merkir 252 neiligar tankar um vikuna.

 

Sherri Hewson, ein av luttakarunum í kanningini var ivasom, tá hon sá úrslitið, hóast hon var varug við, at hon, eins og aðrar kvinnur, var ógvuliga kritisk mótvegis sær sjálvari.

 

- Kvinnur, eins og eg, hava keypt eina lygn. Vit halda, at vit eru fríar og sjálvstøðugar og kunnu fáa alt tað, sum vit ynskja. Men í veruleikanum hugsa vit um so nógv ymisk ting, at vit seta okkum sjálvar undir nógv trýst, fyri at kunna verða alt í senn. Vit síggja fantastiskar út. Hava eitt fantastiskt hjúnaband, eru fantastiskar møður og hava fantastiskar karrierur, so vit verða undirlagdar nógv trýst, sigur tann 59 ára gamla kvinnan við Closer Online.

 

Kanningin vísir eisini, at kvinnur gerast meira neiligar um seg sjálva, sum árini fara. Vit verða altso ikki tryggari við aldrinum.

Kvinnur gerast, sambært kanningini, meira umhugsnar við tíðini, tí tær gerast ótryggari og hugsa nógv um aldurin. Summar kvinnur í kanningini viðganga eisini, at tær hava umhugsað, at fáa eina sokallaða plastikskurðviðgerð, fyri at fáa sjálvsálitið aftur.